Vegleiðing til limaportalin
gevið gætur: hendan vegleiðing er gjørd til fartelefon brúkarar. Ert tú á einari teldu, eru myndirnar ikki heilt meinlíkar.
Skráseting
Trýst á Skráset og fyll út teigarnar.
Eftir at hava fylt út teigarnar, verður tín skráseting send til umsiting felagsins. Umsitingin kannar tíni limaviðurskiftið. Tað ganga 3 arbeiðisdagar, áðrenn tín Vangi er tøkur. Hereftir er møguligt at rita inn.
Innrita
Trýst á menuina og finn teigin “Rita inn”. Her tøppar tú tínar upplýsingar inn, sum tú gjørdi við Skrásetingina.
Nýtsla av limaportalinum
Eftir innritan, sært tú niðanfyri standandi menu (ella líknandi).
Undir Limakort sært tú ágóðar í ymiskum handlum.
Undir Dagfør meg, hevur tú møguleika at dagføra upplýsingar um teg. Eisini er møguligt at seta eina vangamynd inn, júst eins og á facebook.
Undir Skráset, slóð til skrásetingarsíðina.
Undir Rita inn, slóð til innritingarsíðuna.
Undir Rita út, her ritar tú út.
Undir Hjálparfólkaráð, Leiðararáð, námsfrøðingaráð. Alt eftir hvøra setan tú hevur, so sært tú eitt av hesum ráðunum. Her koma upplýsningar at standa frá ráðunum.
Undir Limaágóðar, Her koma vit at leggja ymskt stuttligt. t.d. kappingar v.m.